Fyrstu orðini hjá føroyskum børnum

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

Abstract

Hví skulu vit læra nógv orð? Og hvønn týdning hevur hetta? Orðfeingi hjá børnum hevur stóran týdning, tá barnið samskiftir og í samspælinum við onnur – og fyri málsligu menningina hjá børnum, til dømis førleikan at gera setningar. Jú fleiri orð barnið kennir, jú skjótari gongur at læra enn fleiri orð. Gransking vísir, at málførleiki eisini er tætt knýttur at lesiførleikunum seinni í lívinum, tí fleiri orð tú dugir, lættari er tað at skilja tað, sum tú lesur. Týdningurin, sum máltøka hjá børnum hevur fyri børnini, eisini seinni í lívinum, er tískil stórur. Tí hevur tað stóran týdning at fáa vitan til vega um máltøku hjá børnum og at granska í máltøku hjá føroyskum børnum. Soleiðis læra vit bæði nakað málfrøðiligt um okkara móðurmál og máltøkuna hjá børnum, sum eisini kann nýtast, tá vit hugsa um fleirmælt børn.
Original languageFaroese
Pages32-35
Number of pages4
Volume27
No.01
Specialist publicationFrøði
PublisherFøroya Fróðskaparfelag
Publication statusPublished - May 2022

Keywords

  • orðfeingi
  • børn
  • føroyskt
  • children
  • Faroese language
  • vocabulary

Cite this