Abstract
Endamálið við hesum riti er at gera eina stutta lýsing av sokallaða fullveldislandsstýrinum, sum samgongan millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin í árunum 1998-2002 vanliga verður nevnd.
Fullveldislandsstýrið kann sigast at umboða ein nýggja tíð í føroyskum politikki, har spurningurin um fullveldið Føroyar fyri fyrstu ferð varð settur ovast á politisku dagskránna. Upprunaætlanirnar á fullveldisleið vóru í byrjanini nógvar og víttfevnandi, men vórðu hesar ætlanir tó broyttar sum frá leið. Í ritinum verða upprunaætlanirnar hjá Fullveldislandsstýrinum lýstar. Harumframt verður samráðingarumfarið við donsku stjórnina eisini viðgjørt í stuttum. Hesar samráðingar førdu m.a. við sær, at tann upprunaliga fullveldisætlanin varð broytt.

Original language | Faroese |
---|---|
Place of Publication | Vágur |
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmennning |
Number of pages | 25 |
ISBN (Electronic) | 99918-971-3-5 |
Publication status | Published - 2003 |
Publication series
Name | Námsrit |
---|---|
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning |
Volume | 3 |
ISSN (Print) | 1602-5024 |
Keywords
- politics
- Faroe Islands