Abstract
Úrtak við niðurstøðu:
Partar av lógini um málráð virka, serliga
§ 2. Eisini stk. 2 og 3 í § 5 hava virkað
heilt hampiligt, men stk. 4 og 5 og § 6
hava ligið og bíðað. Tað er sjálvsagt ikki
gott.
Teknmálsarbeiðið við SignWiki er
gjørt við støði í § 2, men vit høvdu
viljað, at føroyskt teknmál fekk munandi
betri umstøður, bæði viðvíkjandi
fígging, arbeiðsmegi og gransking.
Aðrir partar av lógini um málráð og
samstarv virka eisini, men aloftast á
óformligum stigi, og tað má broytast
og skipast betur. Tað gerst m.a. við
styrktari fyrisiting, mannagongdum
o.t., sum eingin hevur havt formligu
ábyrgdina av higartil. Vend má koma í
sum skjótast.
Forfólkið hevur dagligu ábyrgdina
sum umsjónarfólk, men eingin veit
reiðiliga, hvat tann uppgávan inniber,
og tykist hon stava frá Føroysku
málnevndini, sum fór í søguna fyri
meira enn 10 árum síðan. Set stjóra
og fá dagliga leiðslu inn á stovnin, so
arbeitt verður miðvíst við ráðlegging og
málseting.
Lógin um málráð skuldi kanska verið
gjørd sum rammulóg við kunngerðum,
sum Málráðið, Navnanevndin og
Staðarnavnanevndin virka eftir. Sum er virkar
Staðarnavnanevndin eftir reglugerð og
hini eftir lóg.
Felags fyrisiting ber helst til, men
læringin av umleggingini frá Føroyskari
málnevnd til Føroyskt málráð má vera,
at tað má fyrireikast og skipast væl
við neyðugari fíggjar- og arbeiðsorku,
soleiðis at vit fáa virkað sum almennur
stovnur, ið sýnir góðan fyrisitingarsið
og heldur landsins lógir, eitt nú lógina
um alment innlit. Við veiku fyrisiting
okkara, starvsfólkamissi og vantandi
mannagongdum til tess at tryggja
stovninum varandi vitan og førleikar
hevur Málráðið/Málstovan ikki í nøktandi
mun kunnað hildið hesar treytir, og
harmast vit um tað.
Partar av lógini um málráð virka, serliga
§ 2. Eisini stk. 2 og 3 í § 5 hava virkað
heilt hampiligt, men stk. 4 og 5 og § 6
hava ligið og bíðað. Tað er sjálvsagt ikki
gott.
Teknmálsarbeiðið við SignWiki er
gjørt við støði í § 2, men vit høvdu
viljað, at føroyskt teknmál fekk munandi
betri umstøður, bæði viðvíkjandi
fígging, arbeiðsmegi og gransking.
Aðrir partar av lógini um málráð og
samstarv virka eisini, men aloftast á
óformligum stigi, og tað má broytast
og skipast betur. Tað gerst m.a. við
styrktari fyrisiting, mannagongdum
o.t., sum eingin hevur havt formligu
ábyrgdina av higartil. Vend má koma í
sum skjótast.
Forfólkið hevur dagligu ábyrgdina
sum umsjónarfólk, men eingin veit
reiðiliga, hvat tann uppgávan inniber,
og tykist hon stava frá Føroysku
málnevndini, sum fór í søguna fyri
meira enn 10 árum síðan. Set stjóra
og fá dagliga leiðslu inn á stovnin, so
arbeitt verður miðvíst við ráðlegging og
málseting.
Lógin um málráð skuldi kanska verið
gjørd sum rammulóg við kunngerðum,
sum Málráðið, Navnanevndin og
Staðarnavnanevndin virka eftir. Sum er virkar
Staðarnavnanevndin eftir reglugerð og
hini eftir lóg.
Felags fyrisiting ber helst til, men
læringin av umleggingini frá Føroyskari
málnevnd til Føroyskt málráð má vera,
at tað má fyrireikast og skipast væl
við neyðugari fíggjar- og arbeiðsorku,
soleiðis at vit fáa virkað sum almennur
stovnur, ið sýnir góðan fyrisitingarsið
og heldur landsins lógir, eitt nú lógina
um alment innlit. Við veiku fyrisiting
okkara, starvsfólkamissi og vantandi
mannagongdum til tess at tryggja
stovninum varandi vitan og førleikar
hevur Málráðið/Málstovan ikki í nøktandi
mun kunnað hildið hesar treytir, og
harmast vit um tað.
| Translated title of the contribution | Report of the Faroese Language Counsil |
|---|---|
| Original language | Faroese |
| Place of Publication | Tórshavn |
| Publisher | Málráðið |
| Number of pages | 15 |
| Publication status | Published - 15 Mar 2024 |
Keywords
- Málráðið
- Málrøkt
- Frágreiðing
- Málvarðveitsla (language maintenance)
- málmenning