Frá sjálvstýri móti loysing: Donsk-føroysk viðurskifti frá 1906 til 1925 við serligum atliti at radikaliseringini av tjóðskapar- og sjálvstýrisspurninginum

Translated title of the contribution: From Home Rule to Secession: Danish-Faroese relations from 1906 to 1925 with special emphazis on the radicalization of the national and homerule question

Research output: Book/ReportBookpeer-review

Abstract

Tíðarskeiðið 1906-1925 er eitt serstakt tíðarskeið í politisku søgu Føroya. Tað var í hesum tíðarskeiðinum, at føroyskur politikkur tók seg upp, og lunnarnir vórðu lagdir undir teir stríðsspurningar, sum framvegis merkja politiska lívið í Føroyum. Í hesi bók verður greitt frá, hvussu tveir politiskir flokkar, sum spruttu burturúr tí somu rørsluni, í árunum aftaná 1906 løgdu hvør sína kós í spurninginum um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Í 1925 vóru báðir flokkarnir - serliga Jóannes Patursson og Oliver Effersøe - vorðnir so ósamdir um politisku leiðina, at eingin møguleiki tóktist vera fyri eini politiskari semju um føroysku kósina mótvegis Danmark.

Í bókini verður greitt frá, at royndir vórðu gjørdar at finna eina semju um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og at eitt einmælt Løgting í 1922 var komið ásamt um eitt uppskot, sum skuldi slóða fyri eini føroyskari semju um hendan spurningin, men hetta miseydnaðist. Í 1923 vóru sjálvstýrisfólk farin at ivast í, um sjálvstýrisspurningurin kundi loysast innanfyri karmarnar á donsku grundlógini. Í bókini verður við støði í eini greining av trimum ítøkiligum politiskum stríðsspurningum grundgivið fyri, at tað í stóran mun vóru ríkispolitiskir samanhangir, sum føroyskur politikkur gjørdist partur av í hesum tíðarskeiðinum, ið vóru við til at seta føroysku flokkarnar upp ímóti hvørjum øðrum og síðan Sjálvstýrisflokkin upp ímóti ríkismyndugleikunum.

Radikaliseringin av sjálvstýrisspurninginum hekk í stóran mun saman við størri ríkispolitiskum týdningssamanhangum, sum ikki høvdu so nógv við tann ítøkiliga føroyska politikkin at gera.
Translated title of the contributionFrom Home Rule to Secession: Danish-Faroese relations from 1906 to 1925 with special emphazis on the radicalization of the national and homerule question
Original languageFaroese
Place of PublicationTórshavn
PublisherFróðskapur
Number of pages480
Edition1
ISBN (Print)978-999918-65-69-0
Publication statusPublished - 2014

Publication series

NameSupplementum
PublisherFróðskapur
No.61

Keywords

  • History
  • Faroe Islands
  • politics
  • Denmark
  • self-governing

Fingerprint

Dive into the research topics of 'From Home Rule to Secession: Danish-Faroese relations from 1906 to 1925 with special emphazis on the radicalization of the national and homerule question'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this