TY - GEN
T1 - Fiskivinnan – ein vinna sum má stýrast
AU - Kristiansen, Andras
PY - 1988
Y1 - 1988
N2 - Nógv orðaskifti hevur í seinastuni verið um fiskastovnarnar, og hvussu teir verða troyttir. Sum heild tykist semja vera um, at okkurt má gerast, ikki bara fyri at verja um stovnarnar, men eisini fyri at betra um tað búskaparliga grundarlagið undir fiskiflotanum. Við støði í bókum og ritgerðum verður ein lýsing av ymiskum reguleringstiltøkum gjørd. Mett verður um, hvussu væl tiltøkini eggja til eina skilagóða samfelagsbúskaparliga nýtslu av fiskastovnunum. Høvuðsvandamálið í samband við troytanina av fiskastovnunum er, at ov nógvir framleiðslufaktorar (kapitalur og arbeiðsmegi) verða brúktir til at fiska tær avmarkaðu nøgdirnar av fiski, sum havið kann geva. Reguleringstiltøkini mugu tí fyrst og fremst miða ímóti at loysa hetta vandamálið. Tiltøkini verða flokkað í tveir partar, lívfrøðilig og búskaðarlig. Komið verður til ta niðurstøðu, at tey lívfrøðiligu tiltøkini (t.d. friðað øki, fiskibann og heildarkvotur) ikki einsamøll megna uppgávuna. Tey búskaparligu tiltøkini (fiskiloyvi, avgjøld og skipakvotur) verða mett betur at skapa fortreytir fyri at náa eini fyri samfelagið skilagóðari búskaparligari nýtslu av fiskastovnunum. Av hesum verða skipakvotur, sum loyvt er at selja, mettar at hóska best. Ein stórur fyrimunur við teimum er, at tær skapa fortreytir fyri skilagóðari búskaparligari nýtslu av fiskastovnunum, uttan at neyðugt er at seta vinnuni ov nógvar treytir og ymiskar avmarkingar, t.d. ávísa flotasamanseting og teknologi.
AB - Nógv orðaskifti hevur í seinastuni verið um fiskastovnarnar, og hvussu teir verða troyttir. Sum heild tykist semja vera um, at okkurt má gerast, ikki bara fyri at verja um stovnarnar, men eisini fyri at betra um tað búskaparliga grundarlagið undir fiskiflotanum. Við støði í bókum og ritgerðum verður ein lýsing av ymiskum reguleringstiltøkum gjørd. Mett verður um, hvussu væl tiltøkini eggja til eina skilagóða samfelagsbúskaparliga nýtslu av fiskastovnunum. Høvuðsvandamálið í samband við troytanina av fiskastovnunum er, at ov nógvir framleiðslufaktorar (kapitalur og arbeiðsmegi) verða brúktir til at fiska tær avmarkaðu nøgdirnar av fiski, sum havið kann geva. Reguleringstiltøkini mugu tí fyrst og fremst miða ímóti at loysa hetta vandamálið. Tiltøkini verða flokkað í tveir partar, lívfrøðilig og búskaðarlig. Komið verður til ta niðurstøðu, at tey lívfrøðiligu tiltøkini (t.d. friðað øki, fiskibann og heildarkvotur) ikki einsamøll megna uppgávuna. Tey búskaparligu tiltøkini (fiskiloyvi, avgjøld og skipakvotur) verða mett betur at skapa fortreytir fyri at náa eini fyri samfelagið skilagóðari búskaparligari nýtslu av fiskastovnunum. Av hesum verða skipakvotur, sum loyvt er at selja, mettar at hóska best. Ein stórur fyrimunur við teimum er, at tær skapa fortreytir fyri skilagóðari búskaparligari nýtslu av fiskastovnunum, uttan at neyðugt er at seta vinnuni ov nógvar treytir og ymiskar avmarkingar, t.d. ávísa flotasamanseting og teknologi.
M3 - Other contribution
VL - 5
T3 - Fiskirannsóknir
PB - Havstovan - Faroe Marine Research Institute
CY - Tórshavn
ER -