Fiskirannsóknir 8

Eilif Gaard (Editor), Jákup Reinert (Editor), Bjarti Thomsen (Editor)

Research output: Other contribution

Abstract

Eftir drúgvan steðg hevur Fiskirannsóknarstovan aftur givið út eitt eintak av Fiskirannsóknum, ið sostatt er 8. ritið í hesi røð.

Í hesi útgávuni eru greinar um nógv ymisk evni. Høvuðsinnihaldið í Fiskirannsóknum plagar at vera greinar, ið fólk á Fiskirannsóknarstovuni skriva fyri at vísa á ymiskt virksemi á stovninum. Umframt senda fólk uttanífrá, ið eisini fáast við náttúruvísindi í tilknýti til havið, eisini greinar inn til ritið. Av tí at so long tíð er liðin, síðani seinasta rit kom út, hava summar greinar í hesum riti ligið nakað leingi, men vónandi eru tær ikki vorðnar ótíðarhóskandi av teirri grund.

Fyrstu fimm greinirnar eru skrivaðar av fólki, ið starvast á Fiskirannsóknarstovuni. Fyrsta greinin, ið Jan Arge Jacobsen hevur skrivað, er ein lýsing av, hvussu væl fiskur tolir at verða sílaður út gjøgnum ein trolposa við 145 mm meskavídd. Eilif Gaard skrivar um broytingar av æti á Landgrunninum og møguligar avleiðingar av hesum á tilgongdina til fiskastovnarnar. Andras Kristiansen, ið nú starvast á Fiskivinnuumsitingini í Landsstýrinum, hevur eina grein, har hann lýsir grundleggjandi hugtøk og sjónarmið innan fiskifrøði og hvørjar búskaðarligu avleiðingarnar kunnu vera av tílíkum stýringshættum av fiskiskapinum, ið byggja á nevndu hugtøk og sjónarmið. Jákup Reinert hevur eina frágreiðing um átta sjáldsom fiskasløg, og Lena Lastein hevur eina lýsing av grindum, ið hava lagt beinini í Føroyum í tíðarskeiðinum 1850-1995, har hon m.a. ber saman tey ymsu grindaplássini í Føroyum viðvíkjandi títtleika og stødd av grindum eins og støddirnar av teimum einstøku hvalunum í hvørjari grind verður lýst.

Síðani koma fýra greinar um snultarar í fiski ella fiskasníkar, sum teir eisini verða nevndir. Hesar greinar eru allar skrivaðar av Dánjal Peturi Højgaard, lærara í lívfrøði á Studentaskúlanum og Hf-skeiðnum í Eysturoynni. Fyrsta greinin hjá honum er ein yvirlitsgrein um snultarar í fiski yvirhøvur. Tvær tær næstu greinarnar snúgva seg um tvey ávís sløg av snultarum, ávikavist táknutrøll í toski og karvaakker í kongafiski, og seinasta greinin er sum snultarar í svartkjafti.

Vit vóna, at skúlar og onnur áhugað nýta tilfarið í ritinum, og øllum er loyvt at endurgeva ella margfalda upprunatilfar úr ritinum, um víst verður til kelduna.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages126
Place of PublicationTórshavn
Volume8
Publication statusPublished - 1998

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume8

Cite this