Fiskirannsóknir 6

Bogi Hansen (Editor), Andras Kristiansen (Editor), Jákup Reinert (Editor)

Research output: Other contribution

2 Downloads (Pure)

Abstract

Hetta sætta bindið av ritinum Fiskirannsóknir skilir seg frá hinum trimum bindunum, sum komin eru, síðani vit í 1986 av nýggjum fóru undir at geva ritið út. Vanliga er ritið sett saman av fleiri ymsum greinum, sum lítið hava hvør við aðra at gera, undantikið at tær allar viðgera hav ella fisk. Soleiðis fer eisini at verða við flestu av komandi ritum; men hetta ritið er eitt undantak, við tað at allar greinirnar í tí snúgva seg um sama evni og hoyra saman. Í hesum riti samanfata vit úrslitini av teimum kanningum, sum teir tríggir stovnarnir: Fiskirannsóknarstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Náttúrugripasavnið í felag hava gjørt av dálkingarvandanum á trimum føroyskum gáttarfirðum: Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum norðan fyri Streym. Kanningarnar byrjaðu í álvara í 1985 og hava verið gjørdar øll árini síðan tað. Eitt ógvuliga rúgvusmikið og fjølbroytt tilfar er savnað, og í ritinum royna vit at geva eitt yvirlit yvir úrslit og niðurstøður.

Endamálini við ritinum hava verið fleiri. Eitt hevur verið at skjalfesta tað kanningartilfar, sum fingið er til vega og lýsa, hvussu kanningarnar eru gjørdar. Í øðrum lagi er roynt at finna niðurstøður um dálkingina á firðunum, sum kunnu nýtast av myndugleikum. Aftrat hesum hava vit so eisini roynt at upplýsa um náttúruna á firðum okkara og dálkingini á teimum. Hetta seinasta er gjørt serliga við atliti at skúlum, men eisini at almenninginum. Hesi nógvu endamál gera ikki greinirnar lættari at lesa, og viðgangast má, at tann, sum ikki dagliga arbeiðir við tílíkum spurningum, skal rokna sær nakað av tíð til at lesa alt ritið.

Vit hava tó roynt at gera tilfarið lættari atkomiligt við tveimum greinum fremst í ritinum. Tann, sum bert hevur áhuga fyri niðurstøðunum, kann finna tær í inngangsgreinini: Eru føroysku gáttarfirðirnir dálkaðir? Vil ein skilja tað grundarlag, niðurstøðurnar byggja á, hevur næsta greinin: Dálking og oxygentrot í føroyskum gáttarfirðum eitt yvirlit. Henda grein gevur tó bert ein samandrátt. Til at lýsa einstøku spurningarnar út í æsir er neyðugt at fara til einstøku greinirnar í ritinum. Til at lætta um er gjørt eitt stutt yvirlit á næstu síðunum.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages313
Place of PublicationTórshavn
Volume6
Publication statusPublished - 1990

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume6

Cite this