Skip to main navigation Skip to search Skip to main content

Fiskirannsóknir 5

  • Bogi Hansen (Editor)
  • , Andras Kristiansen (Editor)
  • , Jákup Reinert (Editor)

Research output: Other contribution

14 Downloads (Pure)

Abstract

Í hesum riti, sum í teimum undanfarnu, eru greinir við ymiskum innihaldi. Fyrstu tvær greinirnar viðgera ta álvarsligu støðu, nakrir av botnfiskastovnum okkara eru í. Aftrat teimum koma tríggjar greinir, sum fyri part viðgera kanningarúrslit, fyri part lýsa meiri alment fiskiskap eftir og lívfrøði hjá trimum havdjórum: Agnhøgguslokki, hvítingsbróðuri og laksi. Eisini er ein grein um sandmaðk í svartkjafti og tann fyrsta í eini røð av greinum um sjóvarfall.

Ritið endar við eini stuttari lýsing av tveimum fiskasløgum, sum eru heldur sjáldsom í føroyskum sjógvi. Ætlanin er í komandi ritum at hava ein fastan teig um sjáldsamar fiskar.

Flestu greinirnar í ritinum eru skrivaðar av fólki í starvi á Fiskirannsóknarstovuni; men tvær greinir eru av fólki uttan fyri stovnin, og vit nýta høvið at takka teimum fyri beinasemi at lata tilfarið til Fiskirannsóknir.

Loyvt er fjølmiðlum, skúlum og øðrum at nýta tilfarið í ritinum eftir tørvi um sagt verður frá kelduni.

Ritið Fiskirannsóknir verður selt í bókabúðunum, men eisini ber til at gerast haldari við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna, Debessartrøð, 100 Tórshavn, tlf. 15092, og tey, sum ynskja gomlu ritini, kunnu eisini keypa tey frá Fiskirannsóknarstovuni, meðan eintøk eru eftir.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages138
Place of PublicationTórshavn
Volume5
Publication statusPublished - 1988

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume5

UN SDGs

This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)

  1. SDG 14 - Life Below Water
    SDG 14 Life Below Water

Cite this