Abstract
Í sambandi við ymsu kanningar sínar savnar Fiskirannsóknarstovan ein hóp av tilfari og ofta stendur á at fáa tað viðgjørt til lítar. So hvørt, sum úrslitini av kanningunum gerast greið, verða tey latin almenninginum; sum tíðindi til fjølmiðlar, sum tilmæli til politisku myndugleikarnar ella sum greinir, ið lýsa okkurt ávíst innan føroyskt havøki ella føroyska fiskivinnu. Greinir, sum fara út í æsir við einum spurningi, verða vanliga sendar til vídindalig tíðarrit, men umframt tað er tørvur á ritgerðum, sum lýsa heildina í spurninginum uttan at taka allar snøklarnar við, og uttan at nýta ov torskilt fakmál. Hetta er endamálið við ritinum Fiskirannsóknir, sum fyrstu ferð kom út í 1966, og sum vit fóru undir aftur at geva út í nýggjum líki í 1986.
Tó at greinirnar í ritinum eru ætlaðar at kunna lesast av øllum, so eru tær ikki sofalesnaður, men vit vóna, at tey, sum taka sær tíð til at lesa úr ritinum, fáa nakað burturúr. Eisini vóna vit, at skúlar kunnu nýta nakað av tilfarinum. Somuleiðis eru fjølmiðlarnir vælkomnir at taka úr ritinum, um sagt verður frá kelduni.
Fiskirannsóknir 4 verður selt í bókabúðunum, men eisini ber til at gerast haldari við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna, og tey, sum ynskja gomlu greinirnar, kunnu eisini keypa tær frá Fiskirannsóknarstovuni, meðan eintøk eru.

Original language | Faroese |
---|---|
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
Number of pages | 100 |
Place of Publication | Tórshavn |
Volume | 4 |
Publication status | Published - 1987 |
Publication series
Name | Fiskirannsóknir |
---|---|
Publisher | Havstovan - Faroe Marine Research Institute |
Volume | 4 |