Fiskirannsóknir 3

Andras Kristiansen (Editor), Bogi Hansen (Editor)

Research output: Other contribution

1 Downloads (Pure)

Abstract

Høvuðsvinna føroyinga er fiskivinnan. Tað, sum viðkemur hesi vinnu, hevur tí náttúrliga áhuga millum ein stóran part av fólkinum. Fiskirannsóknarstovan savnar saman og viðger ein hóp av tilfari um fiskastovnar, einamest teir sum verða fiskaðir í føroyskum sjóøki. Vit á Fiskirannsóknarstovuni kenna tað tí sum eina av okkara uppgávum at upplýsa um úrslitini av kanningararbeiðnum, ið stovnurin ger. Tíanverri røkkur arbeiðsorkan á stovninum illa til at nøkta allar arbeiðsuppgávurnar, og upplýsingararbeiðið hevur tí viðhvørt ligið á láni.

Fiskirannsóknarstovan hevur áður givið út tvey røð av ritum. Í 1966 og 1970 komu ávikavist »Fiskirannsóknir 1« og »Fiskirannsóknir 2«. Eftir tað komu »Tíðindi frá Fiskirannsóknarstovuni« út í nøkur ár. Ætlanin er, at nýggja ritið skal vera framhald av hesum frágreiðingum, og ritið fær gamla heitið FISKIRANNSÓKNIR.

Ritið fer í stóran mun at vísa og viðgera úrslit av kanningum, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt. Har umframt kemur annað tilfar, sum hevur við fisk og fiskastovnar at gera. Her kann t.d. verða talan um kanningar, sum aðrir stovnar enn Fiskirannsóknarstovan hava gjørt.

Ætlanin er ikki at kappast við dagbløðini. Tey eru aftur í móti vælkomin at taka brot úr ritinum, um sagt verður frá kelduni.

Hvussu ofta ritið fer at koma út, er ikki fast; nøgdin av tilfari fer í stóran mun at verða avgerandi. Miðað verður tó ímóti at fáa ritið út tvær til tríggjar ferðir um árið.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages55
Place of PublicationTórshavn
Volume3
Publication statusPublished - 1986

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume3

Cite this