TY - GEN
T1 - Fiskastovnar – eitt avmarkað tilfeingi
T2 - Ein lýsing av grundleggjandi hugtøkum og sjónarmiðum innan fiskifrøði og av búskaparligum avleiðingum
AU - Kristiansen, Andras
PY - 1998
Y1 - 1998
N2 - Greinin lýsir fiskifrøðilig fyribrygdi, sum ávirka veiðuúrtøkuna burtur úr einum fiskastovni. Miðað verður ímóti at vísa á, hví og hvussu fiskastovnar skulu fatast sum eitt avmarkað tilfeingi. Víst verður, hvussu fiskiveiðan – støddarbýtið í veiðuni og veiðutrýstið – ávirka heildarúrtøkuna. Hóast fiskiflotin er stórur, verður langtíðar úrtøkan kortini ikki størri, enn um hann er munandi minni. Eisini verður víst, hvussu stutt- og langtíðar broytingar í stovnsstødd og heildarveiðu eru ár um ár, tá veiðutrýstið broytist. Í tí síðsta brotinum eru úrslit frá útrokningum av, hvussu toskastovnurin á Landgrunninum hevði verið fyri, og hvussu stór heildarveiðan hevði verið, um veiðutrýstið áhaldandi var ávikavist sambært ráðum fiskifrøðinga ella áhaldandi var stórt. Niðurstøðan er, at tað er onki høpi í at hava ov nógv skip. Eins stór ella størri heildarveiða fæst við væl færri skipum, samstundis sum heildarútreiðslurnar eru munandi minni. Búskaparliga er úrsitið – bæði fyri skipini hvørt sær og fyri heildina – tí munandi betri, um skipanir eru, sum støðugt tálma vøkstri í fiskiflotanum og útreiðslunum.
AB - Greinin lýsir fiskifrøðilig fyribrygdi, sum ávirka veiðuúrtøkuna burtur úr einum fiskastovni. Miðað verður ímóti at vísa á, hví og hvussu fiskastovnar skulu fatast sum eitt avmarkað tilfeingi. Víst verður, hvussu fiskiveiðan – støddarbýtið í veiðuni og veiðutrýstið – ávirka heildarúrtøkuna. Hóast fiskiflotin er stórur, verður langtíðar úrtøkan kortini ikki størri, enn um hann er munandi minni. Eisini verður víst, hvussu stutt- og langtíðar broytingar í stovnsstødd og heildarveiðu eru ár um ár, tá veiðutrýstið broytist. Í tí síðsta brotinum eru úrslit frá útrokningum av, hvussu toskastovnurin á Landgrunninum hevði verið fyri, og hvussu stór heildarveiðan hevði verið, um veiðutrýstið áhaldandi var ávikavist sambært ráðum fiskifrøðinga ella áhaldandi var stórt. Niðurstøðan er, at tað er onki høpi í at hava ov nógv skip. Eins stór ella størri heildarveiða fæst við væl færri skipum, samstundis sum heildarútreiðslurnar eru munandi minni. Búskaparliga er úrsitið – bæði fyri skipini hvørt sær og fyri heildina – tí munandi betri, um skipanir eru, sum støðugt tálma vøkstri í fiskiflotanum og útreiðslunum.
M3 - Other contribution
VL - 8
T3 - Fiskirannsóknir
PB - Havstovan - Faroe Marine Research Institute
CY - Tórshavn
ER -