Skip to main navigation Skip to search Skip to main content

Fiskasníkar

  • Dánjal-Petur Højgaard

Research output: Other contribution

12 Downloads (Pure)

Abstract

Fjøld av ymiskum verum liva í og á fiski. Hvørt fiskaslag hevur sníkar frá heilt ymiskum verubólkum. Í greinini verða viðgjørd dømi: virus, bakteriur, einkyknuverur, soppar, rundormar, rívormar, bendilormar, iglar, iktur og krabbadýr. Ávirkanin á tann einstaka fiskin er sera ymisk – líka frá ongari ávirkan til deyðiligt árin. Sníkarnir í einum fiski kunnu eisini siga nakað um føðina hjá fiskinum. Haraftrat kann títtleikin av ávísum fiskasníkum nýtast til sundurgreining av fiskastovnum. Kunnleiki til fiskasníkar er alneyðugur, tá ið farast skal undir aling av ávísum fiskaslagi, í sambandi við veiðu og viðgerð av fiski og viðvíkjandi framleiðslu, keyp og sølu av fiskavørum sum heild. Árin á menniskju er bert ávíst frá bendilormi (Diphyllobothirum sp.) og rundormum (Anisakis simplex og Pseudoterranova decipiens).
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages16
Place of PublicationTórshavn
Volume8
Publication statusPublished - 1998
Externally publishedYes

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan
Volume8
ISSN (Print)0903-9090

UN SDGs

This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)

  1. SDG 14 - Life Below Water
    SDG 14 Life Below Water

Cite this