Abstract
Bókin er skipað í tríggjar kapitlar. Fyrsti kapittul er ein søgulig gjøgnumgongd av purismu, har ið føroysk purisma verður sett í samband við norðurlendska og evropeiska purismu. Her verður purisman lýst í tíðarrøð – frá elstu tíð upp at okkara døgum. Høvuðsdenturin liggur á teirri føroysku purismuni, men roynt verður at halda ta norðurlendsku og evropeisku purismuna upp sum baktjald. Eisini verður nomið við hugsjónirnar í tí grikska retorikkinum, tí tað eru nógvir líkleikar millum purismu og retorikk.
Í øðrum kapitli verður tann føroyska purisman lýst sum samtíðarligt fyribrigdi, har ið hugburður til mál og málnýtslu verður viðgjørdur við støði í kanningum, sum eru gjørdar eftir aldarskiftið. Triði kapittul er av ástøðiligum slag. Hann snýr seg um málvariatión í føroyskum, og har verða viðkomandi ástøði umrødd.

Translated title of the contribution | Faroese purism: Faroese words or words in Faroese |
---|---|
Original language | Faroese |
Place of Publication | Tórshavn |
Publisher | Fróðskapur |
Number of pages | 264 |
ISBN (Print) | 9789991865973 |
Publication status | Published - 17 May 2021 |
Keywords
- málrøkt
- orðatilfar
- mál
- fremmandaorð
- málvísindi
- lánorð
- purisma
- Faroese language
- føroyskt mál
- málsøga