Førleikamenning og arbeiðsmegi: tørvurin hjá føroyskum fyritøkum

Dennis Holm

Research output: Working paper

Abstract

Føroyska vinnulívið er í alsamt størri altjóða kapping við útheimin, bæði tá talan er um kapping um marknaðarpartar í útheiminum og um kapping við útheiminum um arbeiðsmegi. Av somu orsøk er tað alneyðugt hjá føroyskum vinnulívi framhaldandi at menna seg. Fylgja fyritøkur og arbeiðsfólk ikki við í menningini, so er stórur vandi fyri, at føroyska vinnulívið missur í mun til vinnulív aðrastaðni. Ein týðandi partur av menningini av vinnulívinum er førleikamenning av arbeiðsfólkinum.

Sambært endamálsorðingini í lógini um ALS hevur Arbeiðsloysisskipan til endamáls at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.

ALS viðurkennir, at hvørt einstakt menniskja hevur serligar eginleikar og førleikar og ábyrgd fyri at menna sínar vinnumøguleikar. Leikluturin hjá ALS er at stuðla undir, at hvør einstakur eydnast við sínum. –Og fyri at fáa eina greiðari mynd av, hvør tørvurin er á arbeiðsfólki og hvørjar førleikar hjá arbeiðsfólki vinnuni
tørvar, hevur ALS gjørt av at gera eina kanning, soleiðis at ALS meiri miðvíst kann bjóða skeið, sum gevur fólki førleikar, sum vinnuni tørvar.

Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya.
Original languageFaroese
Place of PublicationFaroe Islands
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmennning
Number of pages32
Volume29
ISBN (Electronic)978-99918-60-22-0
Publication statusPublished - 2012

Publication series

NameArbeiðsrit / Working paper
PublisherGranskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Volume29
ISSN (Electronic)1601-9423

Keywords

  • capacity for work
  • industries
  • Faroese industries
  • Faroe Islands

Cite this