Fólkavald umboðan í kommununum

Research output: Chapter in Book/Report/Conference proceedingChapter

Abstract

Hví velja vit fólk til kommunustýrini? Hvørji fólk halda vit vera best skikkað til at fáast við kommunupolitikk? Hetta eru spurningar, sum vit kanska ikki so ofta seta okkum. Eg giti, at svarini munnu vera sera ymisk, alt eftir hvønn vit spyrja. Um spurningurin verður broyttur til, hvat virði lokala fólkaræðið hevur, vísa kommunugranskarar ofta til Sharpe (1972), sum peikar á trý ymisk: 1) autonomi, tað er frælsi at taka politiskar avgerðir uttan at landsmyndugleikar blanda seg, 2) effektivitet, í týdninginum at tað eru tey, sum búgva á staðnum, sum vita best, hvat ið krevur eina politiska loysn, og hvat ið riggar hjá teimum, og 3) skúling
í fólkaræði, sum fólk fáa gjøgnum politiska luttøku.
Fólk leggja neyvan sama dent á hesi virði. Ymiskar meiningar munnu vera um, hvat ið krevur politiskar loysnir, og hvussu neyðturviligt tað er við breiðari luttøku. Síðan føroysku kommunurnar vórðu stovnaðar, er hugsanin um, hvør ið best hóskar at sita í bygda- og býráðum broytt, bæði tí at samfelagið er broytt, og tí at hugburðurin til politiska umboðan er broyttur. Tað tykist at hava verið tíðarskeið, har nøkulunda semja hevur verið um, hvat slag av fólki, sum best hóska at sita í kommunustýrinum. So er rumbul komið í, nýggjar hugsanir hava vunnið fram um hvørjar uppgávur lokala fólkaræðið skal hava, og hvørji fólk, ið
frægast kunnu umboða kommununa og finna politiskar loysnir.
Í hesi grein fari eg at lýsa fólkavaldu umboðanina í kommununum, soleiðis sum hon tykist at hava fylgt ymiskum rákum, frá siðbundnum býti og røktan av lokalum tilfeingi, til royndir at stimbra lokalt vinnulív, og so til krav frá kvinnum um, at eisini teirra lívsverð skal vera umboðað. Nýggjasta rákið tykist at vera,
at minni dentur verður lagdur á lokala fólkaræðið og lokala tilknýtið hjá fólkavaldu umboðunum, bara bygdin og borgarin fær sínar tænastur.
Original languageFaroese
Title of host publicationKvinnur í kommunupolitikki 1918-2018
Place of Publication[Tórshavn]
PublisherDemokratia
Pages115-130
Number of pages16
ISBN (Print)978-99918-3-588-4
Publication statusPublished - 2018

Keywords

  • municipal elections
  • local governments
  • politics
  • Faroe Islands

Cite this