Abstract
Hetta arbeiðsritið setur fokus á Sandoyar Sýslu. Arbeiðsritið viðger í fyrsta lagi
gongdina í fólkatalinum í Sandoyar Sýslu, herundir viðurskifti viðvíkjandi til- og
fráflyting, burðaravlop og broytingar í aldurs- og kynssamanseting. Lýsing av
fólkatalinum og samansetingini hvat viðvíkur aldri og kyni hava stóran týdning, tá
støðan í einum øki skal viðgerast. Í tí modernaða samfelagnum er fólkið størsta
tilfeingið, júst tí er tað eisini áhugavert at lýsa, hvussu samansetingin av fólki er í
Sandoyar Sýslu.
Í øðrum lagi viðger arbeiðsritið vinnuligu støðuna í Sandoyar Sýslu. Hendan viðgerðin er býtt í tvey. Fyrri parturin fevnir um lýsing av tal av parta- og smápartafeløgum. Innan hvørjar vinnur virka feløgini, og hvussu nógv parta- og smápartafeløg eru í Sandoyar Sýslu samanborið við onnur øki í landinum og við støðuna í landinum sum heild. Seinni parturin fevnir um eina lýsing av roknskaparligu gongdini hjá vinnuni í Sandoyar Sýslu – bæði hjá vinnuni undir einum og býtt í vinnubólkar. Lýsingin fevnir um eina viðgerð av gongdini í bruttovinningi, úrslit áðrenn rentur og úrslit áðrenn skatt, umframt at
skuldin og eginognin eisini verður viðgjørd. Somuleiðis vera lyklatøl fyri vinnuna og vinnubólkar lýst.

Original language | Faroese |
---|---|
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmennning |
Pages | 1-48 |
Number of pages | 48 |
Volume | 13 |
ISBN (Print) | 99918-60-07-X |
Publication status | Published - 2007 |
Publication series
Name | Arbeiðsrit / Working paper |
---|---|
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning |
Volume | 13 |
Keywords
- Sandoy
- Faroe Islands
- demography
- population