Abstract
Fyrilesturin viðger yrkingasavnið Korallbruni (2018) eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur sum dømi um, at hugsanir um burðardygd síggjast aftur í skaldskapi. Savnið lýsir, hvussu ein kroppur lívfrøðiliga loysist upp í havinum, og hvussu markið millum mentan/samfelag og náttúru kámast. Í havinum taka orkumiklar og litfagrar samanrenningar skap. Gøgn í kroppinum broytast og verða til okkurt annað. Einki hvørvur. Á havbotninum eru lutir og tilfar og tysjandi lív. Hugtøk sum “assemblage” (Jane Bennet, 2010) ella “withdrawal” (Graham Harman, 2002) hóska til eina vistgreinandi lýsing av yrkingunum í savninum. Orð, sum benda á mørk millum ymsar heimar og verur, eitt nú “fjøra”, “vatnskorpa” og “húð”, ganga aftur í savninum, men mørkini eru porøs, evnisliga samanrenningin er óundansleppandi. Formliga loysast setningarnir í yrkingunum sundur, og savnið sjálvt hevur eina tekstliga uppseting og útsjónd, sum birtir undir hugsanir um rensl í og kring okkum. Korallir eru bæði náttúra (vøkstur) og mentan (prýði). Í heitinum á savninum er bruni í korallunum. Í samanbering við eldri yrkingar um náttúru og náttúruoyðing, kemur fram, at savnið umboðar eina nýggja hugsan um umhvørvi og burðardygd, og at yrkingarnar í savninum umboða ein kannandi hátt at nærkast tilfarinum í okkum og kring okkum. Hugsanir um burðardygd gerast lættliga ein kumpass hjá lesaranum.
Bennet, Jane. (2010). Vibrant Matter. A Political Ecology of Things.
Harman, Graham. (2002). Tool-Being.
Jógvansdóttir, Malan. (2028). Korallbruni.
Bennet, Jane. (2010). Vibrant Matter. A Political Ecology of Things.
Harman, Graham. (2002). Tool-Being.
Jógvansdóttir, Malan. (2028). Korallbruni.
Translated title of the contribution | Nothing Vanishes: Poems by Anna Malan Jógvansdóttur |
---|---|
Original language | Faroese |
Publication status | Published - 31 May 2025 |
Event | Frændafundur 12 - Fróðskaparsetur Føroya, Tóshavn, Faroe Islands Duration: 29 May 2025 → 31 May 2025 https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/kalendari/fraendafundur-12-burdardygd-sum-kumpass |
Conference
Conference | Frændafundur 12 |
---|---|
Country/Territory | Faroe Islands |
City | Tóshavn |
Period | 29/05/25 → 31/05/25 |
Internet address |
Keywords
- Contemporary Faroese literature
- Ecocriticism
- Sustainabililty