Djóraæti á Landgrunninum nógv økt seinastu árini

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

Abstract

Rættiliga stórar broytingar hava verið í djóraæti á Langrunninum tey meira enn 20 árini, Havstovan regluliga hevur kannað æti. Tær flestu av hesum broytingunum eru sveiggj frá ári til annað, ið hava stavað frá broytingum í gróðri ella skiftandi havfrøðiligum viðurskiftum. Men síðani 2010 hava vit sæð eina broyting, ið er øðrvísi enn sveiggini, ið vit frammanundan sóu. Talið av einum ávísum slagi av djóraæti (Temora longiremis) øktist ógvisliga, soleiðis at meginparturin av djóraætinum um summarið nú er av hesum slagnum. Temora sodnast seint í maganum hjá fiski og má tí metast at vera vánalig føði.
Tann samlaða nøgdin av djóraæti á Landgrunninum er økt hesi seinnu árini. Sostatt kann ikki sigast, at tann makrelur, ið er komin inn á Landgrunnin hesi seinastu sumrini, hevur megnað at etið føðina undan øðrum fiski, ið livir av djóraæti.
Original languageFaroese
Pages10-12
Number of pages3
Specialist publicationSjóvarmál
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Publication statusPublished - 2013

Cite this