Dátuinnsavning og telduviðgerð á Fiskirannsóknarstovuni

Research output: Other contribution

Abstract

Teldukervið á Fiskirannsóknarstovuni hevur stóran týdning fyri dagliga arbeiðið á stovninum. Í hesari greinini verður í stuttum greitt frá bygnaðinum av hesum kervi og frá teimum forritum, ið verða nýtt til skrásetingina og viðgerðina av upplýsingunum, ið stovnurin savnar inn. Størstur dentur er lagdur á at lýsa skipanirnar, ið eru gjørdar til sýnistøku á landi og til skráseting og viðgerð av teimum upplýsingum, ið verða fungnar til vega við fiskirannsóknarskipinum "Magnusi Heinasyni". Greitt verður frá, hvussu upplýsingarnar verða innsavnaðar og skipaðar, og hvussu viðgerðin fer fram. Ein samtalvudátustovnur (á enskum relational data base) verður nýttur sum dátugoymsla, og nakrir av teimum møguleikum, ið hesin gevur, verða lýstir við dømum.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages31
Place of PublicationTórshavn
Volume7
Publication statusPublished - 1991

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume7

Cite this