Seint í 1980 árunum og í byrjanini av 1990 árunum vóru vánalig viðurskifti viðvíkjandi æti á landgrunni okkara. Gróðurin í sjónum var lítil og kom seint um várið. Hetta hevði negativar avleiðingar fyri alt djóralívið á Landgrunninum og nervaði serliga liviumstøðurnar hjá fiska- og øðrum djóralarvum um várið. Mett verður, at hetta er ein av orsøkunum til, at lítið kom undan gýtingini hjá fleiri fiskasløgum nógv ár á rað. Men í fyrru helvt av 1990 árunum batnaði nógv. Meira gróður, serliga um várið, og meira av føði hjá fleiri sløgum av fiskalarvum ta fyrstu torføru tíðina eftir gýtingina. Serliga vóru árini 1993-1995 góð, og ætið tykist eisini at vera komið betri til høldar hesi árini. Í 1996 var aftur nakað minni av hóskiligari føði hjá fiskalarvunum um várið, men í 1997 batnaði nakað aftur.
Name | Fiskirannsóknir |
---|
Publisher | Havstovan |
---|
Volume | 8 |
---|
ISSN (Print) | 0903-9090 |
---|