Projects per year
Abstract
Í Vatnrammudirektivinum hjá Europasamveldinum er ásett, at limalondini skulu kenna vistfrøðiligu støðuna í øllum vatnøkjum við endamáli at verja hesi øki. Í hesum sambandi hava flestu lond ment indeks og flokkingarskipanir fyri botndjór, fyri at lýsa vistfrøðiligu støðuna. Flokkingarskipanirnar eru grundaðar á lokalar kanningar, har stórur dentur er lagdur á at lýsa tað náttúrligu ódálkaða støðuna sum útgangsstøði.
Í Føroyum eru botndjórakanningar framdar síðani 1998 sum partur av umhvørviseftiransingini av aliøkjum, tó er eingin flokkingarskipan fyri føroyskar firðir ment.
Í 2018 tóku Fiskaaling og Umhvørvisstovan stig til verkætlanina, at greina allar botndjórakanningarnar og kanna, hvussu samanberingarsýnini verða flokkaði í útlendskum flokkingarskipanum. Sambært umhvørviseftiransingini skulu samanberingarsýnini umboða tann náttúrliga ódálkaða botnin á alifirðum, men av tí at føroyskir firðir eru smáir, er fjarstøðan frá aliøkjunum til samanberingarsýnini eisini stutt. Tískil er eisini áherðsla løgd á at kanna, um tað síggjast nøkur tekin um dálking á samanberingarsýnunum, ella um tey kunnu vera umboðandi fyri tí náttúrligu støðuna.
Tá farið varð undir fyrireikingararbeiðið til verkætlanina, vóru botndjórakanningarnar í størstan mun skipaðar sum einstakar frágreiðingar í pappírsformi. Neyðugt var tí at menna ein dátugrunn, áðrenn verkætlanin kundi byrja. Umhvørvisstovan menti dátugrunnin, góðskutryggjaði tilfarið og gav Fiskaaling atgongd til dáturnar. Hetta stóra arbeiði var ein fyritreyt fyri, at henda verkætlan kundi gerast veruleiki.
Alifeløgini hava eisini latið dátur frá botndjórakanningum á samanberingarsýnum, sum eru gjørdar í samband við ASC (Aquaculture Stewardship Council) góðkenningar.
Vit vilja takka Umhvørvisstovuni fyri at velja at gera dátugrunnin, sum hevur gjørt, at hendan verkætlanin bleiv veruleiki, og alifeløgunum fyri dátur. Eisini takka vit Granskingarráðnum fyri fígging.
Original language | Faroese |
---|---|
Place of Publication | Hvalvík, Faroe Islands |
Publisher | Fiskaaling |
Number of pages | 49 |
Volume | 2020-16 |
DOIs | |
Publication status | Published - 15 Oct 2020 |
Projects
- 1 Finished
-
Macrofauna - a Faroese Baseline
á Norði, G. (PI), Mortensen, H. S. (PI), Andreasen, B. (PI) & Johannesen, T. T. (PI)
1/08/19 → 31/10/20
Project: Research