Botndjóralívið á føroyskum gáttarfirðum

Arne Nørrevang

Research output: Other contribution

8 Downloads (Pure)

Abstract

Tá ið talan er um møguliga dálking í einum havumhvørvi, liggur nær at kanna dýralívið, í okkara føri botndýrini. Í greinini verða fyrst viðgjørd livikor djóranna í havinum og seinni serliga á botninum í teim føroysku firðunum. Eisini verður umrøtt, hvørji árin síggjast, tá meira av lívrunnum evnum koma á botn, enn bakteriur og dýr klára at viðgera. Kanningarnar vóru í 1987 og vísa tær hvørji og hvussu nógv dýr eru á fermeturin í teim kannaðu firðunum. Ástøðið fyri døming um dálkingarárin er royndir, gjørdar eftir tí, sum hendi í øðrum dálkaðum økjum, har góðar kanningar eru gjørdar. Samanborið verður við kanningar í Hetlandi og Noregi, og niðurstøðan er, at firðirnar eru nógv ovbyrjaðir (belastaðir), og at Skálafjørðurin ikki tolir ta øking í tilleiðing av lívrunnum evnum, sum var áðrenn 1987. Kanska eru vónir um, at ovbyrjanin er minkað aftan á 1987.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages28
Place of PublicationTórshavn
Volume6
Publication statusPublished - 1990
Externally publishedYes

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume6

Cite this