Abstract
Í vesturheiminum hevur gongdin seinastu ártíggju verið rættiliga greið hvat viðvíkur okkara kropsvekt: Alsamt fleiri eru vorðin ov feit, og er hetta seinastu árini eisini galdandi fyri børn.
Ovurvekt ella fiti hjá børnum er nú á døgum ein sera útbreiddur trupulleiki, og kann tað tí verða trupult at skyna millum, um títt barn hevur trupulleikar við vektini. Sum foreldur er tað av stórum týdningi, at vit halda eitt vakið eyga við vektini hjá okkara børnum, tí hetta kann fáa stórar avleiðingar fyri børnini bæði í
barndóminum og seinni í lívinum.
Sum samfelag hava vit eisini skyldu at birta undir, at øll fáa møguleikar at hava eitt so ríkt lív sum gjørligt. Men vaksandi trupulleikin við ovurvekt ger, at alsamt fleiri børn, ung og vaksin hava trupulleikar við likamligari, sálarligari og sosialari heilsu og trivnaði, m.a. tí tey orsaka av ovurvekt eru avmarkaði í rørslu,
verða happaði, umframt at verða í vanda fyri at fáa lívsstílssjúkur o.s.fr. Umframt menniskjaliga kostnaðin, er eisini talan um ein fíggjarligan kostnað fyri samfelagið, tí versnandi heilsa førir við sær øktar útreiðslur innan heilsu- og almannaverkið.
Í einum lítlum samfelag sum okkara, ber sera væl til at gera nakað við trupulleikan við ovurvekt, men higartil hava vit ikki havt nóg neyva vitan, um nakar trupulleiki er við ovurvekt millum børn, og hvussu stórur í hesin trupulleikin, í so fall er.

Original language | Faroese |
---|---|
Place of Publication | Faroe Islands |
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmennning |
Number of pages | 29 |
Volume | 30 |
ISBN (Electronic) | 978-99918-60-23-7 |
Publication status | Published - 2012 |
Publication series
Name | Arbeiðsrit / Working paper |
---|---|
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning |
Volume | 30 |
ISSN (Electronic) | 1601-9423 |
Keywords
- children
- BMI
- health
- Faroe Islands