Abstract
Greinin lýsir lesivanar í frítíðini hjá føroyskum børnum í 4., 6., og 9. flokki.
Úrslitini byggja á tvær kanningar, eina kvalitativa samrøðukanning og eina
kvantitativa spurnakanning um sama evni. Høvuðsniðurstøður í kanningunum
eru, at bara ein fjórðingur av føroyskum børnum lesa javnan í frítíðini, meðan
umleið 65 % lesa sjáldan ella ongantíð. Lesingin minkar við aldrinum, tí tað sæst,
at fleiri børn lesa í 4. flokki enn í 6. og 9. flokki. Úrslitini vísa, at lesivanar hjá
børnum eru sera ymiskir, og at ymsir faktorar ávirka lesingina. Lærarar, serliga
føroysklærarin, og foreldur, serliga mammurnar, hava stóra ávirkan á, um
børnini lesa. Somuleiðis vísir kanningin á, at børn hava jaligan hugburð til onnur
børn, sum lesa, men lesing er ikki nakað børn tosa nógv um sínámillum. Úrslitini
vísa eisini, at tað hevur týdning, at bøkur eru áhugaverdar og hóskandi fyri at
vekja lesihug. Børnini siga, at tey vilja lesa í pappírsbókum heldur enn á talgildum

Translated title of the contribution | Only the ones that love-love to read, do it*: Faroese children’s reading and reading habits |
---|---|
Original language | Faroese |
Pages (from-to) | 54-82 |
Number of pages | 29 |
Journal | Fróðskaparrit - Faroese Scientific Journal |
Volume | 71 |
Issue number | 1 |
Publication status | Published - 11 Apr 2025 |
Keywords
- børn
- lesing
- lesivanar
- frítíð
- tilfar
- mál
- føroysk(t)