At meta grindastovnin

Kjartan Hoydal

Research output: Other contribution

Abstract

Í samband við ágangin á føroyska, aldargamla grindaraksturin varð neyðugt at leita fram alt tað tilfar, sum er tókt um grindahval í Føroyum. Svabo, H. C. Müller og Mikkjal á Ryggi hava lagt rúgvismikið tilfar um grindahval úr hondum. Eftir seinna heimsbardaga er tað serliga J. S. Joensen, sum hevur kannað grindahval og síðani 1978 hevur Dorete Bloch á Náttúrugripasavninum kannað eitt stórt tal av grindahvalum. Í 1986 varð farið undir stórt millumlandasamstarv at kanna teir hvalir, sum koma upp á land í Føroyum. Mesta vitan um grindastovnin fáa vit tó burtur úr at kanna grindaroknskapirnar, sum vit hava fullfíggjaðar aftur til 1709. Hesi tøl vórðu kannað við sonevnda tíðarraðarkanningarháttinum, sum átti at givið álítandi svar um støðuna í grindastovninum, um so er at neyvt samband er millum talið av hvali, sum kemur upp á land og støðuna í stovninum. Hetta vísti seg ikki at vera so og finnast mugu tí onnur fyribrigdi, sum kunnu greiða gongdina í veiðuni. Her kann verða hugsað um broytingar í veðurlagnum, gongdina hjá høgguslokki o.a. Fyribilsúrslitið av hesi kanning er tó, at langtíðarjavnvág er millum stovn og veiði hjá grindahvali undir Føroyum.
Original languageFaroese
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages11
Place of PublicationTórshavn
Volume4
Publication statusPublished - 1987
Externally publishedYes

Publication series

NameFiskirannsóknir
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Volume4

Cite this