Skip to main navigation Skip to search Skip to main content

Arbeiðsumhvørvi í Føroyum: Úrslit frá spurnakanning um arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnað hjá arbeiðstakarum í Føroyum

Research output: Book/ReportCommissioned reportpeer-review

53 Downloads (Pure)

Abstract

Í hesi frágreiðing leggja vit úrslit fram frá einari landsumfatandi spurnakanning um
arbeiðsumhvørvi, trivnað og heilsu hjá arbeiðstakarum í Føroyum. Kanningin er tann
fyrsta av sínum slagi millum føroyskar arbeiðstakarar, og kanningin útvegar sostatt
nýggja vitan um arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Í aðrari frágreiðing nevnd Sálarligt og
sosialt arbeiðsumhvørvi hjá føroyskum arbeiðstakarum, løgdu vit fram yvirskipaðu úrslitini fyri psykososiala arbeiðsumhvørvið, meðan vit í hesari frágreiðingini leggja øll úrslitini frá spurnakanningini fram, ið fevna um eina langa røð av økjum innan arbeiðsumhvørvi og heilsu. Endamálið við kanningini var at gera eina breiða kortlegging av arbeiðsumhvørvinum, trivnaði og heilsu hjá arbeiðstakarum í Føroyum. Harafturat var endamálið at kanna arbeiðsumhvørvið tvørtur um bólkar í kanningini, og tí leggja vit úrslitini fram tvørtur um kyn, aldursbólkar og starvsbólkar. Hetta ger tað møguligt at gera av, í hvørjum bólkum og økjum arbeiðsumhvørvið í Føroyum hevur ávísar styrkir ella avbjóðingar, sum kunnu vera umráðandi at hava atlit til fyri at seta fyribyrgjandi átøk í verk og soleiðis stuðla undir arbeiðsumhvørvið, heilsuna og trivnaðin hjá arbeiðstakarum í Føroyum. Í frágreiðingini kanna vit eisini, hvussu nakrir tættir í arbeiðsumhvørvinum og heilsu hanga saman.
Kanningin byggir lutvíst á validerað spurnabløð hjá det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA) um sálarligt og sosialt arbeiðsumhvørvi, Danish Psychosocial
Questionnaire (DPQ), og lutvíst á spurningar úr donsku spurnakanningini
Arbeiðsumhvørvi og Heilsa, sum eisini er ment av NFA.
Original languageFaroese
Place of PublicationKøbenhavn
PublisherNational Research Centre for the Working Environment
Number of pages292
ISBN (Electronic)978-87-7904-424-1
Publication statusPublished - Jun 2024

UN SDGs

This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)

  1. SDG 3 - Good Health and Well-being
    SDG 3 Good Health and Well-being

Keywords

  • arbeiðsumhvørvi

Cite this