Abstract
Ein kanning, sum Granskingardepilin fyri Økismenning í 2003 gjørdi millum ung – øll sum gingu í 9. flokki og í 3. flokki á miðnámsskúlunum í 2003 – vísir, at ungir
føroyingar ikki ynskja at arbeiða á flaka- og fiskavirkjum. Hetta í sær sjálvum ber boð um broytingar fyri framman og tørv á tillagingum. Eisini setir hetta spurnartekin við, í hvønn mun man í Føroyum kemur at kunna nøkta tørvin á arbeiðsmegi innan hesa vinnu – og ikki minst, um man ynskir at føroysk arbeiðsmegi skal loysa hesar uppgávur?
Hendan verkætlanin setur fokus á evnið “arbeiðsfólk í føroysku flaka- og fiskivinnuni í framtíðini” og roynir m.a. at svara nøkrum spurningum í sambandi við, hvørji arbeiðsfólkini á flaka- og fiskavirkjunum eru í dag og hvørji, vit kunnu vænta fara at manna hesi arbeiðspláss í framtíðini.
Fyri føroysku flaka- og fiskivinnuna og fyri politiska myndugleikan vil hendan
frágreiðing geva svar uppá fleiri áhugaverdar spurningar. Í so máta kann kanningin eisini brúkast sum partur av kjakinum um ein framtíðar politikk á hesum økinum, bæði hjá vinnuni og hjá tí politiska myndugleikanum.

Original language | Faroese |
---|---|
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmennning |
Number of pages | 40 |
Volume | 11 |
ISBN (Print) | 99918-60-05-3 |
Publication status | Published - 2006 |
Publication series
Name | Arbeiðsrit / Working paper |
---|---|
Publisher | Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning |
Volume | 11 |
Keywords
- capacity for work
- fish factories
- youth
- Faroe Islands