Abstract
Alda og aldugjørt rák hava seinastu árini verið alivinnuni dýr. Í 2016 misti
alibrúkið á Sandsvág næstan allan laksin í øðrum ringinum, og í fjør misti
alibrúkið í Froðba allan laksin í flestum av teimum 14 ringunum – í báðum
førum tí at stór alda breyt tvørtur um boðar og grynnur. Fyri kortum
hevði høg alda við sær, at fóðurflakin Hellutangi, sum lá fyri akkeri á
Víkum, sleit og rak á land, har hann liggur enn. Slík óhapp eru bæði sera
kostnaðarmikil og kunnu vera til bága fyri umhvørvið. Tí er neyðugt, at
øki, har ætlanin er at ala, verða sera gjølla kannað. Til ber at máta á einum
stað í øllum veðri og máta eitt heilt øki í góðum veðri. Men fyri at kanna
eitt heilt øki í øllum veðri er neyðugt at gera ein teldumyndil av økinum.

Translated title of the contribution | Wave generated currents: a challenge in exposed areas |
---|---|
Original language | Faroese |
Pages | 14-20 |
Number of pages | 6 |
Volume | 27 |
No. | 1 |
Specialist publication | Frøði |
Publication status | Published - 2021 |
Keywords
- Aquaculture
- waves
- currency
- salmon farming