TY - GEN
T1 - Agnhøgguslokkurin
AU - Gaard, Eilif
PY - 1988
Y1 - 1988
N2 - Tann høgguslokkurin, ið næstan á hvørjum sumri kemur í okkara firðir og sund, er klaktur í tíðarskeiðinum oktober - februar, teir flestu í november - desember mánaða, og er sostatt í miðal bert umleið 8 mánaðar gamalur. Gýtingarøkið og ferðingin eru enn ikki ávíst við vissu, men mett verður, at hann møguliga gýtir vesturi á Miðatlantiska Rygginum, og at hann síðan ferðast hendan vegin við tí Norðatlantiska rákinum. Orsøkin til, at so ójavnt er til tey ymisku árini er ikki kend, men mett verður, at hetta stavar frá broytingum í gerðingarmynstrinum, soleiðis at hann tey ymisku árini ferðast ymiskar leiðir. Altíð verða veidd væl fleiri kvenndýr enn kalldýr og vanliga er meira enn 85% av veiðuni kvenndýr. Hann etur mest fisk og krabbadjór, men vanligt er eisini at finna partar av høgguslokki í maganum.
AB - Tann høgguslokkurin, ið næstan á hvørjum sumri kemur í okkara firðir og sund, er klaktur í tíðarskeiðinum oktober - februar, teir flestu í november - desember mánaða, og er sostatt í miðal bert umleið 8 mánaðar gamalur. Gýtingarøkið og ferðingin eru enn ikki ávíst við vissu, men mett verður, at hann møguliga gýtir vesturi á Miðatlantiska Rygginum, og at hann síðan ferðast hendan vegin við tí Norðatlantiska rákinum. Orsøkin til, at so ójavnt er til tey ymisku árini er ikki kend, men mett verður, at hetta stavar frá broytingum í gerðingarmynstrinum, soleiðis at hann tey ymisku árini ferðast ymiskar leiðir. Altíð verða veidd væl fleiri kvenndýr enn kalldýr og vanliga er meira enn 85% av veiðuni kvenndýr. Hann etur mest fisk og krabbadjór, men vanligt er eisini at finna partar av høgguslokki í maganum.
M3 - Other contribution
VL - 5
T3 - Fiskirannsóknir
PB - Havstovan - Faroe Marine Research Institute
CY - Tórshavn
ER -