Abstract
Í løgmansrøðuni á ólavsøku legði løgmaður fram ógvuliga ambitiøsu visjón landsstýrisins fyri útbúgvingar- og menningarstøði Føroya í 2015. Grundstøðið undir visjón 2015 er skilagott: At útbúgving og gransking eru fyritreytir fyri øllum samfelagsligum framburði. Tað er kortini nakað, sum bendir á, at so mikið langt er millum gerðir og ætlanir landsstýrisins á útbúgvingarøkinum, at visjónin er í vanda fyri at gerast ein hvørvisjón.
| Original language | Faroese |
|---|---|
| Number of pages | 4 |
| Specialist publication | Dimmalætting |
| Publication status | Published - 6 Sept 2005 |