Skip to main navigation Skip to search Skip to main content

Ávirkan av húkastøddum og agni á støddarbýtið av toski og hýsu, veidd við línu: Stutt frágreiðing um verkætlanina "Selektivur línufiskiskapur", fíggjað av Fiskivinnugransking

Research output: Other contribution

19 Downloads (Pure)

Abstract

Havstovan gjørdi í september og oktober 2011 nakrar línuroyndir eftir toski og hýsu á tveimum leiðum nær landi, ávikavist í Álinum og í Nólsoyarfirði. Endamálið var at kanna, um ymsar húkastøddir fiska ymsar støddir av fiski, um ymisk sløg av agni fiska ymsar støddir av fiski, og um munur er á toski og hýsu hesum viðvíkjandi. Úrslitini av hesi verkætlan eru, at húkastøddin ikki hevur avgerandi leiklut í fiskiskapi eftir stórum toski, men eftir smáum toski eru ávísar ábendingar um, at tann minsti húkurin fiskar best. Royndirnar vísa harumframt, at gágga fiskar meira smáfisk enn hini agnsløgini, og at høgguslokkur fiskar mest stóran tosk. Fyri smáa hýsu hevur húkastøddin stóran týdning, tann minsti húkurin fiskar mest av smáari hýsu. Agnið hevur eisini týdning, og tað er makrelur, ið fiskar mest. Tað var munur á fiskileiðunum fyri bæði tosk og hýsu. Í Álinum var fiskurin meira smáttfallandi enn í Nólsoyarfirði, og munandi meira var av hýsu í Álinum.
Original languageFaroese
TypeHavstovan Technical Report
PublisherHavstovan - Faroe Marine Research Institute
Number of pages16
Place of PublicationTórshavn
Edition09
Volume11
Publication statusPublished - Dec 2011

Publication series

NameHavstovan Technical Reports

UN SDGs

This output contributes to the following UN Sustainable Development Goals (SDGs)

  1. SDG 2 - Zero Hunger
    SDG 2 Zero Hunger
  2. SDG 14 - Life Below Water
    SDG 14 Life Below Water

Cite this