TY - GEN
T1 - Ávirkan av húkastøddum og agni á støddarbýtið av toski og hýsu, veidd við línu
T2 - Stutt frágreiðing um verkætlanina "Selektivur línufiskiskapur", fíggjað av Fiskivinnugransking
AU - Kristiansen, Sigvald
AU - Steingrund, Petur
AU - Reinert, Jákup
PY - 2011/12
Y1 - 2011/12
N2 - Havstovan gjørdi í september og oktober 2011 nakrar línuroyndir eftir toski og hýsu á tveimum leiðum nær landi, ávikavist í Álinum og í Nólsoyarfirði. Endamálið var at kanna, um ymsar húkastøddir fiska ymsar støddir av fiski, um ymisk sløg av agni fiska ymsar støddir av fiski, og um munur er á toski og hýsu hesum viðvíkjandi. Úrslitini av hesi verkætlan eru, at húkastøddin ikki hevur avgerandi leiklut í fiskiskapi eftir stórum toski, men eftir smáum toski eru ávísar ábendingar um, at tann minsti húkurin fiskar best. Royndirnar vísa harumframt, at gágga fiskar meira smáfisk enn hini agnsløgini, og at høgguslokkur fiskar mest stóran tosk. Fyri smáa hýsu hevur húkastøddin stóran týdning, tann minsti húkurin fiskar mest av smáari hýsu. Agnið hevur eisini týdning, og tað er makrelur, ið fiskar mest. Tað var munur á fiskileiðunum fyri bæði tosk og hýsu. Í Álinum var fiskurin meira smáttfallandi enn í Nólsoyarfirði, og munandi meira var av hýsu í Álinum.
AB - Havstovan gjørdi í september og oktober 2011 nakrar línuroyndir eftir toski og hýsu á tveimum leiðum nær landi, ávikavist í Álinum og í Nólsoyarfirði. Endamálið var at kanna, um ymsar húkastøddir fiska ymsar støddir av fiski, um ymisk sløg av agni fiska ymsar støddir av fiski, og um munur er á toski og hýsu hesum viðvíkjandi. Úrslitini av hesi verkætlan eru, at húkastøddin ikki hevur avgerandi leiklut í fiskiskapi eftir stórum toski, men eftir smáum toski eru ávísar ábendingar um, at tann minsti húkurin fiskar best. Royndirnar vísa harumframt, at gágga fiskar meira smáfisk enn hini agnsløgini, og at høgguslokkur fiskar mest stóran tosk. Fyri smáa hýsu hevur húkastøddin stóran týdning, tann minsti húkurin fiskar mest av smáari hýsu. Agnið hevur eisini týdning, og tað er makrelur, ið fiskar mest. Tað var munur á fiskileiðunum fyri bæði tosk og hýsu. Í Álinum var fiskurin meira smáttfallandi enn í Nólsoyarfirði, og munandi meira var av hýsu í Álinum.
M3 - Other contribution
VL - 11
T3 - Havstovan Technical Reports
PB - Havstovan - Faroe Marine Research Institute
CY - Tórshavn
ER -