Endamálið við verkætlanini var “at styrkja vitanina um streym- og alduviðurskifti á føroysku firðunum, sum skal vera grundarlag undir umhvørvisfyrisiting, serliga av alivinnuni”. Í hesum sambandi vóru vit nakrir einstaklingar á Havstovuni, Náttúruvísindadeildini, IVF RAO og Fiskaaling, sum tóku stig til at skriva eitt verkætlanaruppskot til hetta útboð. Eittans uppskot kom inn til Umhvørvisstovuna
og eftir nakrar smávegis tillagingar, var sáttmáli undirskrivaður millum Umhvørvisstovuna og verkætlanarbólkin. Í hesum samráðingum var dentur eisini lagdur á, at hendan verkætlanin skal “seta sjøtil á” arbeiðið at menna umhvørviseftiransing av firðunum og frágreiðingin er sostatt ikki at skilja sum eitt liðugt tilmæli, tí stór tøk eru eftir at taka, um vit skulu kunna sammeta okkum við okkara granna alitjóðir á hesum øki.
Í verkætlanini skuldu vit skipa fyri at gera eina frágreiðing við heildarlýsing av i) ráki í
firðum, ii) myndlan av firðum, íroknað yvirlit av umsitingarmyndlum og hvat verður nýtt í øðrum alitjóðum, iii) mátingum, sum tørvur er á til umhvørviseftiransing av alifirðum. Harumframt skuldu vit gera eitt tilmæli viðvíkjandi krøvum til mátingar og eitt yvirlit yvir framdar mátingar á innaru leiðum á Landgrunninum. Treytað av, at nøktandi data vóru tøk, skuldi eisini eitt dømi gerast fyri onkran fjørð.
Partarnir í verkætlanini hava allir sína servitan og royndir innan ymisk økir, sum á hvør
sín hátt hava givið íkast til innihaldið í frágreiðingini. Fyri at fáa meiri kunning um, hvussu
eftiransing av alifirðum verður framd í øðrum londum, var ein verkstova hildin við luttøku av trimum serfrøðingum frá okkara grannalondum. Hendan verkstovan hevur eisini givið íkast til frágreiðingina.
Fíggja av Umhvørvisstovuna, útboð nr. 10229.