Media contributions
1Media contributions
Title Vágskálin: Tóroddur skrivar í fleiri løgum Degree of recognition National Media type Radio Country/Territory Faroe Islands Date 8/11/23 Description Yrkingasøvnini "Einki heiti" frá 2022 og "Heiti" frá 2023 eftir Tórodd Poulsen verða ummæld hesaferð
Ein av virknastu føroysku yrkjarunum og rithøvundunum farnu 40 árini hevur verið Tóroddur Poulsen, sum gav fyrsta yrkingasavnið út í 1984. Savnið nevndist ”Botnfall”.
Síðan hevur hann givið fleiri enn 40 bøkur út, tær flestu yrkingasøvn, og fleiri ferðir er Tóroddur Poulsen heiðraður fyri sína skriving.
Hans Jacob Kollslíð og Malan Marnersdóttir ummæla í sendingini tey bæði seinastu yrkingasøvnini hjá yrkjaranum.
Tóroddur er at meta við ein mystikara, heldur Hans Jacob Kollslíð, og Malan Marnersdóttir kallar fleiri av yrkingum hansara surrealistiskar. Tú fatar tær, men hevur ikki altíð fyri neyðini at skilja alt.
Páll Danielsen og Elin á Rógvu lesa yrkingar hjá Tóroddi Poulsen.
Uni Arge leggur til rættis.Producer/Author Uni Arge URL https://kvf.fo/sending/vagskalin?sid=165456 Persons Malan Marnersdóttir