Vágskálin: Ummæli av krimiskaldsøguni "Hvíldarheimið" eftir Jógvan Isaksen

Press/Media

Period24 Jan 2024

Media contributions

1

Media contributions

  • TitleVágskálin: Hesaferð fremja føroyingar brotsgerðirnar
    Degree of recognitionNational
    Media typeRadio
    Country/TerritoryFaroe Islands
    Date24/01/24
    DescriptionKrimiskaldsøgan "Hvíldarheimið" eftir Jógvan isaksen verður løgd á vágskálina hesaferð

    Talan er um søgu, sum fer fram á Hvíldarheiminum í Havn.

    Hannis Martinsson hevur í fyllskapi meitt sær knæið og skal nú hvíla á Hvíldarheiminum, áðrenn hann kann fara undir uppvenjingina.

    Skjótt verður hann vavdur inn í søguna um bumbuspreingingina við løgtingshúsið 18. september í 1945.

    Onkur er, sum ikki vil, at sannleikin um bumbuspreingingina kemur fram, og so verða fleiri fólk myrd.

    Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, og Ben Arabo, stuttsøguhøvundur, ummæla bókina.

    Tey hava m.a. lagt til merkis, at hesaferð fremja føroyingar allar brotsgerðirnar - og ikki útlendingar.

    Søgan kundi mint um fleiri av klassisku krimisøgunum hjá Agatha Christie og er yvirhøvur spennandi. Málið kundi tó verið skerpað í støðum, verður sagt.

    Uni Arge leggur til rættis.
    Producer/AuthorUni Arge
    URLhttps://kvf.fo/sending/vagskalin?sid=169322
    PersonsMalan Marnersdóttir