Vágskálin: Ein tendensiøs hetjusøga um fyrimynd høvundans

Press/Media

Description

Ævisøgan hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, er til viðgerðar

Petur Mohr Dam varð føddur í 1898 og var við til at stovna Føroya Javnaðarflokk í 1925. Saman við Maurentiusi Viðstein varð hann valdur á ting í 1928.

Í 1936 gjørdist Petur Mohr Dam formaður í flokkinum, og hann var formaður, til hann doyði í 1968. Løgmaður var hann frá 1959 til 1963 og aftur frá 1967 til 1968.

Virgar Dalsgaard kallar Petur Mohr Dam Føroya fremsta sosiala arkitekt og er hugtikin av bæði manninum og politikaranum.

Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, heldur bókina vera ov selektiva og tendensiøsa, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, sigur, at høvundurin hevur skrivað eina hetjusøgu um Petur Mohr Dam.

Bókin er undirhaldandi, tí Virgar Dalsgaard hevur sjáldsaman penn og er bæði satiriskur og karikerandi, heldur Sámal. 

Hans Andrias heldur, at fyrsti parturin um barna- og ungdómsárini hjá Peturi Mohr Dam er tann besti.

Uni Arge leggur til rættis.

Period21 Feb 2024

Media contributions

1

Media contributions

  • TitleVágskálin: Ein tendensiøs hetjusøga um fyrimynd høvundans
    Degree of recognitionNational
    Media name/outletKringvarp Føroya
    Media typeRadio
    Duration/Length/Size52 min.
    Country/TerritoryFaroe Islands
    Date21/02/24
    DescriptionÆvisøgan hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, er til viðgerðar
    Petur Mohr Dam varð føddur í 1898 og var við til at stovna Føroya Javnaðarflokk í 1925. Saman við Maurentiusi Viðstein varð hann valdur á ting í 1928.

    Í 1936 gjørdist Petur Mohr Dam formaður í flokkinum, og hann var formaður, til hann doyði í 1968. Løgmaður var hann frá 1959 til 1963 og aftur frá 1967 til 1968.

    Virgar Dalsgaard kallar Petur Mohr Dam Føroya fremsta sosiala arkitekt og er hugtikin av bæði manninum og politikaranum.

    Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, heldur bókina vera ov selektiva og tendensiøsa, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, sigur, at høvundurin hevur skrivað eina hetjusøgu um Petur Mohr Dam.

    Bókin er undirhaldandi, tí Virgar Dalsgaard hevur sjáldsaman penn og er bæði satiriskur og karikerandi, heldur Sámal.

    Hans Andrias heldur, at fyrsti parturin um barna- og ungdómsárini hjá Peturi Mohr Dam er tann besti.

    Uni Arge leggur til rættis.
    Producer/AuthorUni Arge
    URLhttps://kvf.fo/sending/vagskalin?sid=170915
    PersonsHans Andrias Sølvará