Description

Flestu av teimum gomlu brøvum og skjølum, sum eru at finna á skjalagoymslum, eru av meira almennum slag, tí hesi eru lættari at fáa hendur á. Verri er ofta statt við brøvum, send millum vanlig fólk, tí hesi vera ofta burturbeind, tá fólk doyggja, og tá ruddað verður upp í goymslum og deyðsbúgvum.

Tí helt Erling Isholm, lektari, tað vera serliga spennandi at kaga í brøvini frá 1807 úr lastini hjá skipinum Onnu Mariu, sum føroyska sendiliðið fekk atgongd til.

- Nógv av hesum brøvum snúgva seg um viðurskifti inni í familjunum, og eru ikki almenn brøv, og hetta vita vit ikki so nógv um, sigur Erling Isholm.

Period5 Mar 2024

Media contributions

1

Media contributions