Lækni: Burdu kravt sóttarhald við landamørkini

Press/Media

Period16 Aug 2020

Media contributions

1

Media contributions

  • TitleLækni: Burdu kravt sóttarhald við landamørkini
    Country/TerritoryFaroe Islands
    Date16/08/20
    Description- Fólk, sum koma til landið, áttu at farið í sóttarhald, til tey hava fingið svar upp á seinnu kanningina, heldur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni
    Barbara Holm

    Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, heldur, at vit áttu at leita okkum íblástur úr Íslandi, har myndugleikarnir nú krevja fólk í sóttarhald, um tey koma um landamørkini - hetta meðan bíðað verður eftir seinnu koronakanningini, sum verður gjørd sætta dagin.

    - Vit hava kannað næstan 30.000 fólk síðani korona aftur kom til Føroya fyri stuttum, og tað megnararbeiðið kann fara fyri skeyti, um vit ikki ansa eftir um landamørkini, sigur læknin. Hann vísur eisini á, at ferðavinnan ikki hevur háárstíð nú vit fara inn í heystið, og tí átti at verið lættari at sett strangari krøv um landamørkini.

    - Vit síggja við øðrum sjúkum, at tær taka dik á seg um veturin, tí tá eru fólk meira inni, og tað kann hugsast, at korona fer at uppføra seg soleiðis eisini, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.
    URLhttps://kvf.fo/netvarp/uv/2020/08/16/dalet-export-1390140
    PersonsMarnar Fríðheim Kristiansen