Media contributions
1Media contributions
Title Korona forðaði ikki fólki at fara til lækna Degree of recognition National Media name/outlet KVF Media type Radio Country/Territory Faroe Islands Date 27/04/22 Description
Færri fráboðanir vóru um krabbamein í øllum norðurlondum tíðliga undir koronufarsóttini, tó ikki í Føroyum.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum, er partur av.
- Fáu koronutilburðirnir í Føroyum, tá farsóttin fór at ganga, hava gjørt sítt til, at fólk ikki hava aftrað seg við at fara til lækna, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen:
Kanningin er ein samanbering av krabbameinsfráboðanum til ymsu skráirnar í norðurlondum í 2020.
Fæstu fráboðanirnar vóru í Svøríki. Har var talið av nýggjum krabbameinstilburðum í mai 2020 31 prosent minni, enn sama mánað 2019.
- Úrslitini vísa eina góða javnvág millum avmarkingar og atgongd til viðgerð í Føroyum, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen:
URL https://kvf.fo/greinar/2022/04/27/korona-fordadi-ikki-folki-fara-til-laekna Persons Marnar Fríðheim Kristiansen