Helvtin av føroyska útflutningsvirðinum kom úr Grønlandi

Press/Media

Description

Frá 1934 til fyrst í 1970-árunum fóru nógvir føroyingar til Grønlands at rógva út, og hetta fjølbroytta virksemi hevði alstóran týdning fyri føroyska búskapin og fyri menningina av føroyska bátinum, snelluni og føroysku flakavinnuni yvirhøvir. Í seks sendingum fara vit at viðgera hendan forvitnisliga partin av føroyskari vinnulívssøgu, og tað gera vit við frásøgnum frá fólki, ið vóru haryviri, samstundis sum vit eisini seta hetta í eitt søguligt perspektiv. Vit leita eisini í kringvarpssavnið, og fara harumframt at fregnast um ætlanina um eitt søgusavn í Miðvági, sum skal lýsa føroyska útróðurin í Grønlandi. Og so nema vit eisini leysliga við aðrar tættir, tá ið talan er um føroyska fiskivinnu í Grønlandi. Hesa ferð skifta vit orð við Erling Isholm, søgufrøðing, um tíðarskeiðið fyri Seinra heimsbardaga. Vit tosa eisini við Mayfinn Norðoy, arkitekt, og Marionnu Simonsen, hvørs mammubeiggi var navnframi bátabyggjarin Hans Kristoffer Hansen, vanliga nevndur Stoffa, eins og vit eisini fáa orðið á Kaj Egholm.

Period16 Apr 2024

Media contributions

1

Media contributions