Period4 Oct 2021

Media contributions

1

Media contributions

  • TitleGóðan Morgun Føroyar 04-10-2021
    Country/TerritoryFaroe Islands
    Date4/10/21
    Description- Hevði eg ikki fingið koppsetingina, var eg ivaleyst verri fyri nú, enn eg eri, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, sum hevur fingið koronu.
    - Hetta er sum eitt vanligt forkølilsi beint nú.

    Soleiðis sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, sum hevur fingið staðfest koronu.

    Í drúgva tíð hevur Marnar Fríðheim Kristiansen javnan verið í fjølmiðlunum og greitt frá koronu og um týdningin av, at fólk lata seg koppseta. Men hóast koppsettur, so hevur korona nú rakt hann.

    - At eg havi fingið koronu, merkir als ikki, at eg ikki fái gagn av koppsetingini, tí hóast eg eri blivin smittaður, so blívi eg ikki álvarsliga sjúkur. Og tað er koppsetingini at takka, heldur Marnar Fríðheim Kristiansen fyri.

    Sjálvur veit hann, júst hvussu hann er smittaður.

    - Eg var saman við fólki, sum seinni fingu staðfest koronu, og tí lat meg meg kanna, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, sum higartil ikki merkir til nógv annað enn eitt vanligt forkølilsi.

    Í morgunsendingini fortaldi hann um sína heilsustøðu, og hvat hann fer at takast við teir næstu dagarnar, meðan hann er í sóttarhaldi.
    URLhttps://kvf.fo/gmf?sid=129418&portalfo
    PersonsMarnar Fríðheim Kristiansen