Media contributions
1Media contributions
Title Fyrsti løgmaður í heimastýrinum - 3. partur Degree of recognition National Media type Radio Duration/Length/Size 43:06 Country/Territory Faroe Islands Date 21/10/25 Description Andras Samuelsen gjørdist sýslumaður í Fuglafirði í 1910. Tá høvdu hann og Beate fingið tríggjar synir. Í 1913 kom einasta dóttirin.
Eftir at Andras hevði tapt fólkatingsvalið í 1915, gjørdist hann í 1917 landstingsmaður, og í 1918 eydnast honum at endurvinna fólkatingssessin.
Sjálvstýrisflokkurin fær sama ár meiriluta á tingi, og Jóannes Patursson verður landstingsmaður.
Eitt hart stríðsmál hesa tíðina er spurningurin um føroyskt sum frálærumál í skúlanum, og eisini vilja sjálvstýrismenn hava broytt grundlógina, so Føroyar fáa meira sjálvræði.
Í
1924 fer Oliver Effersøe frá sum formaður í Sambandsflokkinum, og Andras tekur við sessinum.
Andras er fólkatingsmaður til 1939. Undir seinna heimsbardaga samstarva hann, Petur Mohr Dam og Louis Zachariassen serliga væl við amtmannin, Hilbert.
Tá landsstýri verður skipað í 1948, verður Andras løgmaður og situr til 1950.
Uni Arge skrivar og leggur til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman.Producer/Author Uni Arge URL https://kvf.fo/ljod/sending/fyrsti-logmadur-i-heimastyrinum?sid=197997 Persons Erling Isholm