Frida Poulsen hevur skrivað ph.d-ritgerð um evnið inklusjón í fólkaskúlanum.
Eigur fólkaskúlin at vera fyri øll børn?
Ja, heldur Frida Poulsen, granskari, sum er tann fyrsti, ið hevur granskað í inklusjón í føroyska fólkaskúlanum.
Ein inkluderandi fólkaskúli hevur til endamáls at skapa eitt umhvørvi, har allir næmingar kunnu læra, trívast og mennast eftir tørvi.
Men hví vita vit so lítið um inklusjón, hvat ber tað í sær, og hvør er tørvurin?
Gestur: Frida Poulsen
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Tøkningur: Øssur Egholm