Føroysk koronugransking í vísindaligum tíðarriti

Press/Media

Period1 Feb 2021

Media contributions

1

Media contributions

  • TitleFøroysk koronugransking í vísindaligum tíðarriti
    Degree of recognitionNational
    Media typeWeb
    Country/TerritoryFaroe Islands
    Date1/02/21
    Description11 granskarar í Føroyum hava skrivað greinina í Emerging Infectious Diseases
    Frants Jensen

    Marnar Fríðheim Kristiansen er høvuðsrithøvundur í greinini um koronugranskingina í Føroyum

    Ein vísindalig grein aftrat um føroyska koronugransking er givin út, hesaferð í tíðarritinum Emerging Infectious Diseases. Eitt toymi við 11 granskarum í Føroyum hevur fingið nýggju greinina um koronusjúkuna í vísindaliga tíðarritið.

    Føroyar vóru eitt av heimsins fyrstu londum, har tað eydnaðist at basa fyrstu bylgjuni av koronusjúkuni, tá ið 187 tilburðir vórðu staðfestir millum 3. mars og 22. apríl 2020.

    Tíðliga varð nógv lagt fyri at kanna og smittuspora, og saman við partvísari afturlating av samfelagnum, eydnaðist at fáa bilbugt við smittuni.

    Skrásettu smittuslóðir

    Smittuslóðir vórðu neyvt skrásettar við at tosa við sjúklingar um sambandið við onnur, og serliga varð dentur lagdur á at finna fram til, hvaðani tey kundu havt fingið smittuna.

    Sonevnd super-útbreiðsla var eyðsýnd, tí tey flestu í øðrum liði kundu sporast aftur til bara trý smittað fólk.

    Marnar Fríðheim Kristiansen, sum er ein av granskarunum í toyminum, skrivar soleiðis á Twitter:


    Í toyminum, sum hevur skrivað vísindaligu greinina, eru 11 granskarar.

    Marnar F. Kristiansen, sum er høvuðsrithøvundi, Bodil H. Heimustovu, Sanna á Borg, Tróndur Høgnason Mohr, Hannes Gislason, Lars Fodgaard Møller, Debes H. Christiansen, Bjarni á Steig, Maria Skaalum Petersen, Marin Strøm og Shahin Gaïni.
    URLhttps://kvf.fo/greinar/2021/02/01/foroysk-koronugransking-i-visindaligum-tidarriti
    PersonsMarnar Fríðheim Kristiansen