Description
Veðurstovan hevur í sínum virki tørv á góðum geodata fyri Føroyar, eina mest tá talan er um at mennaforsagnarmodellir, og er tí bjóðað við í hesa fundarrøðina. Hesaferð ber tí til hjá tykkum at vitja
Veðurstovuna í Havn og síggja hølir, umstøður og hoyra tvær framløgur umverandi og komandi átøk.
Veðurstova Føroya er nýliga sett á stovn, og skal eftir ætlan skjóttgerast ein fullgóð veðurtænasta
fyri føroyskt land, sjóøki og lofthav.
Bárður A. Niclasen, deildarleiðari, kunnar um, hvørjar uppgávur veðurtænastur skulu røkja, og hvussu
langt Veðurstovan er komin í hesari tilgongd. Ymisk menningarátøk verða lýst og komið verður inn á
ætlanirnar at gera lokalar sjóvarfals- og aldu forsagnir fyri innaru leiðirnar.
Andrias K. Gregoriussen, veðurfrøðingur, greiðir frá um veðurmodellir. Veðurstovan hevur settsær fyri
at menna eitt lokalt veðurmodell fyri Føroyar. Hetta veðurmodellið fer at verða bygt uppá dátur úr
veðurstovum um okkara leiðir. Eitt gott dátugrundarlag um lendið í Føroyum er umráðandi fyri at
endurskapa møguligar lokalar ávirkanir á veðrið. Veðrið verður ávirkað avskapið av fjøllunum, og ta
ávirkan, ið vøtn, grøs, trø, vátlendir og onnur sløg av lendum hava ániðasta partinum av lofthavinum.
Period | 23 Oct 2023 |
---|---|
Event type | Seminar |
Location | Tórshavn, Faroe IslandsShow on map |
Degree of Recognition | National |