Description
Alment tiltak: NVD 50 árFríggjadagin 18. november klokkan 14:30 verður alment tiltak og móttøka í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn í sambandi við, at Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyllir 50 ár
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur eina spennandi ríka søgu, sum vit kanska ikki kenna nóg væl.
Til dømis hevði deildin eina læknafrøðiliga linju í 70´unum, og tað var eisini har á deildini, at fyrstu bachelorprógvini í øllum ríkinum vórðu útskrivað í 1989, tá m.a. nýggi rektarin á Setrinum, Martin Tvede Zachariasen, stóð prógv í teldufrøði. Síðani er nógv hent á deildini, og tað verður hátíðarhildið, nú hálv øld er runnin.
Í sambandi við runda dagin er ein kveikjandi og almenn føðingardagsskrá gjørd, sum byrjar fríggjadagin klokkan 14:30 og endar við móttøku frá 16:30 til 18:00.
Ein framsýning er eisini gjørd við plakatum, sum vísa ta nógvu og fjølbroyttu granskingina, sum fer fram á Náttúruvísindadeildini.
Lesið meira um menningina, ið hevur verið her.
SKRÁIN:
Níggju stuttir fyrilestrar á 10 minuttir eru á skránni, sum sær soleiðis út:
Svein-Ole Mikalsen & Sunnvør K. í Kongsstovu: Genomatlas fyri føroyska vistfrøði
Eyðfinn Magnussen: Fimm ríkisdálar og 32 skillingar - Besta íløga, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum
Sunnvør K. í Kongsstovu & Eyðfinn Magnussen: Útbreiðsla av toxoplasmosu í Føroyum – undanverkætlan við seyði, haru, og kettum
Jónrit Halling: FarGen-PGx: Samanrenningin millum ílegur og ymisk sløg av heilivági í føroysku populatiónuni
Sigurd Christiansen: Sjórok og skýgerð
Hans Pauli Joensen: Geislavirkni í Føroyum
Jari í Hjøllum: Frá Marsgransking til myndlan á Setrinum – optimering av spinorkustøðuni í nanobitlum
Hilmar Simonsen: Sandoyartunnilin: Bleiv umskaringn í Skopunarfirði funnin?
Knud Simonsen, Jari í Hjøllum & Hans Blaasvær: Myndil fyri rákið í føroysku firðunum og á Landgrunninum
Period | 18 Nov 2022 |
---|---|
Event type | Exhibition |
Location | Tórshavn, Faroe IslandsShow on map |
Documents & Links
Related content
-
Research output
-
Ásetan av feskvatnsfloyminum út á sjógv
Research output: Contribution to conference › Poster
-
Observation of fish and fish farming equipment
Research output: Contribution to conference › Poster
-
The de Rham Theorem
Research output: Contribution to conference › Poster
-
Nýggjur havmyndil fyri føroyskt sjóøki: feskvatnsdrivna rákið á Landgrunninum
Research output: Contribution to conference › Poster
-
Salmon Farming In The North (FourSalmon): How Do We Regulate Growth?
Research output: Contribution to conference › Poster
-
Activities
-
Myndil fyri rákið í føroysku firðunum og Landgrunninum
Activity: Talk or presentation › Oral presentation
-
Geislavirkin dálking í Føroyum
Activity: Talk or presentation › Oral presentation
-
Projects
-
0359 FarGen-PGx: Pharmacogenomics within the Faroese Populatio
Project: Research