Myndil fyri rákið í føroysku firðunum og Landgrunninum

Activity: Talk or presentationOral presentation

Description

Føroyska sjóøkið er lagt inn í nýggjan roknimyndil, sum brúkar tríkantaðar meskar í ymsari stødd, heldur enn fýrakantaðar meskar í somu stødd, ið hevur verið tað mest vanliga higartil. Á henda hátt ber til at brúka smáar meskar nær landi og inni á firðunum, og annars í økjum, sum hava serligan áhuga, og heldur størri meskar í økjum longri úti og annars í økjum, ið hava minni áhuga, men av rokniávum mugu takast við. Á henda hátt ber til at gera teldusimuleringar av rákinum í øllum tí føroyska sjóøkinum, sum eru rættuliga neyvar bæði inni á firðunum og úti á, í einum, og sum krevja munandi minni rokniorku, enn higartil.
Period18 Nov 2022
Event titleNVD 50 ár
Event typeExhibition
LocationTórshavn, Faroe IslandsShow on map
Degree of RecognitionNational