Description
Við nýggju bókini Sjókæti A-OY (2025) eftir Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø sumdømi varpar fyrilesturin ljós á sambandið millum málsligt margfeldi og náttúrumargfeldi.
Eitt eyðkenni við barnabókum er, at tær liggja á markinum millum stuttleika og lærdóm,
og tær vísa seg ofta at vera skjótar at orða rák í sínari samtíð og viðgera brennandi
samfelagsmál. Við nýggjari myndabók um stavraðið tvinna høvundarnir saman tvey
høvuðsvandamál, sum á serligan hátt krevja okkara uppmerksemi, tá tað kemur til
burðardygd, nevniliga føroyska málið og náttúrutilfeingið, ella rættari: tilfeingið í
havinum. Við hugsanum um, at “tað, sum vit kenna og elska, týna vit ikki”, lærir bókin
lesaran á lættan og skemtiligan hátt at kenna og virða lívið í havinum, samstundis sum
hon gevur sterka fatan av, at hesin lærdómur er nær knýttur at kunnleikanum til málið.
| Period | 29 May 2025 |
|---|---|
| Event title | Frændafundur 12 |
| Event type | Conference |
| Location | Tóshavn, Faroe IslandsShow on map |
| Degree of Recognition | International |
Related content
-
Activities
-
Frændafundur 12
Activity: Participating in or organising an event › Participating in a conference, workshop, ...