Hevur fiskur hægri virði sum matur ella sum peningur? Ein fænomenologisk hugleiðing um broytandi náttúrufatanir í Føroyum

Activity: Talk or presentationOral presentation

Description

Framløgan kannar samspælið millum búskaparmentanarligar broytingar og broytingar í náttúrufatanum. Við Føroyum sum case verður hugt við fænomenologiskum brillum eftir broytandi forholdinum millum føroyingar og fisk.

Hvørja ávirkan hava globalar búskaparmentanarligar broytingar havt á “lívsverðina” (og harvið náttúrufatanina) hjá føroyingum síðan Bátsbandið og fram til í dag? Hvussu er endamálið við føroyskum fiskiskapi - og mátin vit fiska og virða fisk - broytt ígjøgnum tíðina? Hvat eyðkennir tilverufatanina (ontologiina), sum hevur ført til hesar broytingar? Og hvat fortelur hendan føroyska case’in okkum um støðuna, sum heimurin er í á umhvørvisøkinum?

Umframt at hugleiða um, hvat vit kunnu læra frá føroyskari umhvørvissøgu, tá tað viðvíkur spurningar um burðardygd, er endamálið við framløguni at stimbra til kritiskt og konstruktivt kjak um framtíðina, t.d. um hvat fyri náttúrufatan og búskaparmentan skal til fyri at Føroyar taka ábyrgd í globalu umhvørvis- og veðurlagskreppuni.
Period19 Mar 2022
Event title“Hvat er náttúra? Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð”.
Event typeConference
LocationTórshavn, Faroe IslandsShow on map

Keywords

  • Nature-Culture
  • Phenomenology
  • Faroe Islands
  • Fisheries
  • Relational Ethic
  • Futures