Description
Óluva Maria Højgaard: Uppbygging av einum GIS temaðiTá tað kemur til staðsettar dátur, so hevur tað alt at siga, hvussu talvan er skipað, sum hesar dátur eru skrásettar í.
Óluva fer at greiða frá talvunum aftanfyri veg-temað og bygningsskránni hjá Umhvørvisstovuni. Eisini hvussu bygnaðurin av talvunum beinleiðis hongur saman við, hvørjar analysur man ynskir at kunna gera, og hvat man ynskir at kunna visualisera.
Til síðst kemur hon eisini at greiða frá arbeiðinum við bygningsskránni, sum er eitt samstarv við uttanhýsis partar. Hetta snýr seg um at gera rættingar í GIS, soleiðis at man á tann hátt tryggjar so álítandi dátur sum til ber.
Sigrid J. Dalsgaard: Runavíkar Kommuna og GIS
Runavíkar kommuna byrjaði at skráseta í GIS í 2010. Tá var málið at skráseta spillivatnsleiðingar, vatnleiðingar o.l.
Síðani er hentleikin við GIS øktur og forrit, so sum ArcGIS og Autocad arbeiða væl saman. Harvið ber til at fáa dátur frá Umhvørvisstovuni o.ø. inn í autocad og brúka hesar dátur í t.d. spillivatnsverkætlanum og vegagerð. Tá ber til at síggja fornminni, landsveg-linjur og nógv annað inni í autocad tekningini.
Runavíkar kommuna brúkar eisini GIS til uppgávustýring, so sum til rottutýning, reinsa áarinntøk, røkt av grønum økjum v.m. Á fartelefonini kunnu rakstrarfólk tilganga og dagføra hesar dátur.
Við at geva verktakarum atgongd til skipanina, er lættari at skjalfesta og fylgja við verkætlanum.
Period | 27 Oct 2022 |
---|---|
Event type | Seminar |
Location | Tórshavn, Faroe IslandsShow on map |
Degree of Recognition | National |
Keywords
- GIS